- Tíðindi, mentan og ítróttur
Professari á odda í Íslandi
1. juni verður forsetaval í Íslandi, og valið tykist at gerast eitt val millum professaran Baldur Þórhallsson og fyrrverandi forsætisráðharran Katrín Jakobsdóttir.
Tað vísir veljarakanning hjá Morgunblaðnum, sum varð gjørd í døgunum 9 til 14. apríl.
Um val var í dag hevði Baldur Þórhallsson fingið 25,8 prosent.
Kelda: RUV
Tað eru nøkur fá prosentstig fleiri enn Katrín Jakobsdóttir, sum fær 22,1 prosent í kanningini.
Munurin upp á 3,7 prosentstig er kortini so lítil, at hann er innanfyri óvissuna.
Fyrrverandi borgarstjóri eisini við
Triðstørstu undirtøku fær Jón Gnarr, sum er fyrrverandi borgarstjóri í Reykjavíki. Hann fær 16,8 prosent í kanningini.
Freistin at stilla upp til forsetavalið í Íslandi er 26. apríl.
Forsetavalið er 1. juni.