Grønlendskar kommunur fáa 18 mió. kr. í kassan frá ferðafólkum í skipum

Grønlendskar kommunur fáa 18 mió. kr. í kassan frá ferðafólkum í skipum
Kommunurnar í Grønlandi krevja nú 50 krónur fyri hvørt ferðafólkið, sum kemur til Grønlands við ferðafólkaskipi
Mynd: Shutterstock.com  
 
15.04.2024 - 08:14

Í Grønlandi kunnu kommunurnar nú gleða seg til, at milliónir av krónum frá ferðafólkum umborð á ferðafólkaskipum byrja at rapa niður í kommunukassan. 

Árstíðin fyri ferðafólkaskip í Grønlandi byrjar nevniliga í dag, tá ið ferðafólkaskipið MSC Poesia við 2.500 ferðafólkum kemur til Nuuk. 

Á nýggjárinum fingu kommunurnar í Grønlandi heimild at krevja eitt umhvørvis- og røktarómaksgjald frá ferðafólkum umborð á ferðafólkaskipum - í mesta lagi 50 krónur fyri hvørt ferðafólkið. 

Allar kommunurnar hava avgjørt at krevja hægst loyvda gjaldið uttan ein kommuna. Tað er Qeqertalik, ið einans fer at krevja 25 krónur frá hvørjum ferðafólki í eini roynd at lokka fleiri ferðamannaskip til kommununa. 

Hetta skrivar grønlendska kringvarpið, KNR. 

 

18 mió. kr. í kommunukassarnar

Tað verður væntað, at grønlendsku kommunurnar í ár fáa 18 milliónir í kommunukassarnar frá ferðafólkum, sum koma til Grønlands við ferðafólkaskipum. Grønlendski landskassin fær 17 milliónir krónur.

Visit Greenland hevur skrásett 681 komur hjá ferðafólkaskipum í ár.

Tað gevur samanlagt 343.871 ferðafólk í teimum 19 havnunum í Grønlandi, sum ferðafólkaskipini brúka. 

Skip, sum eru størri enn 30.000 tons, skulu rinda dupult so stórt havnargjald. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977