- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jarðskjálvti í New York
Jarðskjálvti í New York
Jarðskjálvti hevur rakt New York og New Jersey
05.04.2024 - 19:44
Ein jarðskjálvti skakaði seinnapartin New York og New Jersey.
Tað upplýsir evropiski jarðskjálvtastovnurin EMSC.
Skjálvtarnir merktust eisini í Washington DC.
Skjálvtin var fyrst mátaður at vera 5,5 í styrki, men var seinni niðurskrivaður til 4,8.
- Jarðskjálvti er óvanligur, men kann henda út móti Atlantshavs-strondini, skrivar EMSC á X.
Í New York siga fólk, at tey merktu væl ristingarnar og hoyrdu djúpt buldur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV