- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norsku Jehova vitni fingu ikki viðhald
Jehovas vitnir í Noregi fara at skjóta avgerðina hjá tingrættinum í Oslo um, at trúarsamkoman ikki skal hava rætt til almennan stuðul, inn fyri hægri rætt.
Tað skrivar VG.
Avgerð varð í fjør tikin um, at Jehovas vitnir skuldu missa sína støðu sum skrásett trúarsamfelag. Harvið misti samkoman eisini rættin til at fáa almennan stuðul. Norska barna- og familjumálaráðið metti tá, at sonevnda eksklusjóns-praksisin hjá Jehovas vitnum inniber eitt negativt sosialt kontroll og forðar fyri fríari útmelding úr eini samkomu.
Avgerðin hevði við sær, at Jehovas vitnir mistu almennan stuðul fyri árini 2021, 2022 og 2023.
Samkoman kærdi avgerðina hjá barna- og familjumálaráðnum til tingrættin í Oslo, men fyrr í hesum mánaðinum kom niðurstøðan úr tingrættinum, at Jehovas vitnir ikki fingu viðhald í kæruni.
Sagt varð millum annað í niðurstøðuni, at eksklusións-praksisin førir til "álvarslig brot á rættindi og frælsi hjá øðrum".
Umframt krav um, at avgerðin hjá barna- og familjumálaráðnum varð broytt, kravdu Jehovas vitnir eisini tilsamans 35 milliónir norskar krónur í útistandandi stuðli frá landinum. Tað kravið varð eisini afturvíst av tingrættinum í Oslo. Í staðin var samkoman dømd at rinda sakarmálskostnaðin uppá 1,1 millión norskar krónur.
Nú hava Jehovas vitnir so gjørt av at skjóta dómin hjá tingrættinum inn fyri hægri rætt.