- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kongsvitjan kostar 700.000 krónur
Løgmanskrivstovan hevur biðið um eykajáttan, nú Fríðrikur kongur og Mary drotning koma at vitja.
Tað var í februar, at kongshúsið boðaði frá, at Fríðrikur kongur og Mary drotning koma til Føroya í døgunum 11. til 14. juni.
Hetta er fyrsta vitjanin hjá teimum í Føroyum, síðani Fríðrikur tók við sum kongur í januar.
Fyri at kunna vera vertur fyri vitjanini, hevur Løgmansskrivstovan tørv á eykajáttan.
Í eykajáttanarumbøn til Løgtingið verður sagt, at Løgmansskrivstovan ikki hevur fíggjarligt rúm fyri tílíkum eykavirksemi, og tí er neyðugt at játta 700.000 kr aftrat.
Eykajáttan til tænastumannakanning
Løgmansskrivstovan biður eisini um eykajáttan í samband við tænastumannakanning av aðalstjóra.
Millum jól og nýggjár gjørdi løgmaður av at seta í verk tænastumannakanning av embætisførsluni hjá Turið Arge, aðalstjóra í heilsumálaráðnum.
Hetta var gjørt, tí rímiligur varhugi var um, at hon hevði sett til viks innlitslógina, fyrisitingarlógina og umboðsmannalógina.
Løgmansskrivstovan biður í hesum sambandi um eina hálva millión til møguligar útreiðslur til kanningarleiðara og advokatar, sum kanningin kann hava við sær.