Dagur og vika vera klokkan 18.30

Dagur og vika vera klokkan 18.30
Tíðindasendingin er flutt ein hálvan tíma fram í sambandi við venjingardystin millum Føroyar og Danmark, sum byrjar klokkan 19.15
Sjónvarpstíðindini í kvøld vera klokkan 18.30 - hálvan tíma fyrr enn vanligt.
 
26.03.2024 - 15:33

Tað er í kvøld, at føroyska A-landsliðið í fótbólti spælir venjingardyst móti Danmark. 

Føroyska liðið spældi móti Liktinstein fríggjadagin og vann trygt 4-0, men mótstøðan í kvøld kann ikki samanberast við Liktinstein. 

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, sigur, at liðið skal ikki ov langt aftur á vøllin at verja, og hann vónar, at spælarar sum Brandur H. Olsen kunnu gera sítt til, at Føroyar kunnu halda upp á bóltin í løtum.

 

Håkan Ericson, landsliðsvenjari.

 

 - Tað hevði sjálvandi verið stak gott at fingið eitt gott úrslit í móti Danmark, men vit arbeiða við ymiskum. Vit fara til dømis at gera útskiftingar, sama hvat støðan er, sigur landsliðsvenjarin.

Kringvarpið sendir dystin í sjónvarpinum í kvøld.

Av tí at dysturin byrjar 19.15, senda vit Dag og viku kl. 18.30. Eftir Dag og viku kemur veðrið og síðani fótbóltsdysturin millum Danmark og Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079