- Tíðindi, mentan og ítróttur
Menna nýggja KT-umsitingarskipan til undirvísingarverkið
Menna nýggja KT-umsitingarskipan til undirvísingarverkið
Starvið er galdandi fyri tíðarskeiðið frá 1. apríl og árið út, við møguleika fyri leinging í 2025
25.03.2024 - 08:52
Undirvísingarstýrið er farið undir at menna eina nýggja kt-umsitingarskipan til undirvísingarverkið.
Skipanin nevnist Kervi Pluss, og í hesum sambandi verður lýst eftir samansettum starvi sum KT-arkitektur og “scrum master” til verkætlanina KT-heildarætlan fyri undirvísingarverkið.
Starvið er galdandi fyri tíðarskeiðið frá 1. apríl og árið út, við møguleika fyri leinging í 2025.
Tað stendur á Keypsportalinum, og freistin at geva boð er í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV