- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fámjins kommuna: Taka støðu til fólkaatkvøðu eftir páskir
Fámjins kommuna: Taka støðu til fólkaatkvøðu eftir páskir
Borgarstjórin tekur undir við at leggja kommunurnar í norðaru helvt í Suðuroynni saman í eina kommunu
25.03.2024 - 10:22
Góð 35 fólk vóru á borgarafundi í Fámjin hóskvøldið, har arbeiðsbólkurin, sum hevur kannað fyrimunir og vansar við eini møguligari kommunusamanlegging í norðaru helvt í oynni, legði sínar niðurstøður fram.
Kommunuskattaprosentið fyllir nógv í kjakinum í Fámjin.
Næst á skránni er at taka støðu til, um ella nær fólkaatkvøða skal vera um kommunusamanlegging.
Jóanis Lisberg, borgarstjóri, sigur, at bygdarráðið í Fámjin helst kemur saman í aðru viku, har støða verður tikin til tann spurningin.
Hann stúrir ikki fyri, at Fámjin fer at detta burturímillum og ikki fáa umboð í eini samanlagdari kommunu.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
25032024_Famjins_kommuna
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV