- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið eitt vet størri
Arbeiðsloysið eitt vet størri
Í februar vóru 409 fólk arbeiðsleys. Tað eru 117 fleiri enn í februar í fjør
25.03.2024 - 09:33
Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í februar. Tað er 0,3 prosentstig størri enn februar í fjør, tá tað var 0,8 prosent.
Tað skrivar Hagstovan.
At arbeiðsloysið var 1,1 prosent í februar, svarar til 336 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,8 prosent við 255 fulltíðararbeiðsleysum.
Í februar vóru 409 fólk arbeiðsleys. Tað eru 117 fleiri enn í februar í fjør.
Í februar vóru 196 fulltíðararbeiðsleysir menn og 140 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur.
Í februar var arbeiðsloysið lutfalsliga minst í Norðoyggjum, 0,5 prosent.
Í Suðuroynni var arbeiðsloysið 2,4 prosent, sum er 0,9 prosentstig størri enn sama mánað í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV