- Tíðindi, mentan og ítróttur
897 grindahvalir løgdu beinini í fjør
897 grindahvalir løgdu beinini í fjør
Størstu grindirnar vóru í Vestmanna og í Leynum
25.03.2024 - 15:19
Í fjør vóru 10 grindadráp í Føroyum, sum er tvær ferðir so nógv sum árið fyri, tá ið grindadrápini vóru fimm í tali.
Tað vísa hagtøl frá Hagstovuni.
Tilsamans doyðu 897 hvalir á sjey hvalvágum, og grindirnar vóru máldar til 5.862 skinn skinn.
Størstu grindirnar í fjør vóru í Vestmanna og í Leynum, og tær vóru ávikavist 266 og 179 hvalir.
Grindir vóru hildnar til tvær ferðir í Hvannasundi í fjør, og eina ferð í Vestmanna, Leynum, Havn, Miðvági og Klaksvík.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV