- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskir filmar í vísindaligari bók
Talan er um nýggja savnið, Film Landscapes of Global Youth, sum Stuart Aitken og Jacob Rowlett hava ritstjórnað.
Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað kapittulin, Two Girls, Two Islands, Two Images - New Cinema in the Faroe Islands, sum lýsir ungdóm, samleika og ungdóm-til-vaksin-skiftið við støði í teimum báðum føroysku filmsverkunum.
Báðir filmarnir viðgera samansettu og truplu “ferðina” hjá tveimum ungum kvinnum á veg inn í vaksnamannalívið, tá tað snýr seg um spurningar viðvíkjandi familjubondum, trúgv, seksualiteti, frælsi og oyggjanáttúru.
Í savninum eru kapitlar, sum lýsa filmslandslagið hjá ungdómi úr mongum londum kring heimin - til dømis úr Argentina, Italia, USA, Iran og Simbabvi.
Høvundarnir eru serfrøðingar í sosiologi, antropologi, landafrøði, kynsgransking, films- og miðlavísindi og øðrum vísindagreinum, skrivar Setrið í tíðindaskrivi.