40 ár síðani: Sinnopsgassbumban umborð á Heldarstindi

40 ár síðani: Sinnopsgassbumban umborð á Heldarstindi
Hendingin hevur havt varandi fylgjur fyri fleiri av manningini.
 
22.03.2024 - 10:42

Tað var hósmorgunin 22. mars 1984, at skipið fekk eina bumbu í trolið. Ódjórið var ein sokallað sinnopsgassbumba.

Tá ið hon var komin inn á dekkið, var eitt petti av fremsta partinum brotnað av, og veska saman við gulum klumpum kom úr bumbuni. Hetta fór saman við fiskinum niður á fabrikkina.

Ein vamlisligur luktur kendist, og eftir einari løtu hevði gassið breitt seg um alt skipið, ið var ein yvirdekkaður trolari. Tað gekk ikki long tíð til øll manningin fekk trupulleikar við spýggju, við brandsárum og við sjónini, og teir máttu senda út neyðarkall.

Nakrar tímar seinni varð manningin tikin upp í eina svenska ambulansutyrlu og flutt til sjúkrahúsið á svensku oynni Gotland - og dagin eftir til Ríkissjúkrahúsið og Hvidovre sjúkrahús í Keypmannahavn. Hetta fekk álvarsamar avleiðingar fyri allar sjey menninar, sum vóru við skipinum, og sjúkralegan gjørdist long hjá fleiri av manningini. Hendingin hevur eisini havt varandi fylgjur fyri fleiri av monnunum.

23. mars 1984 hevði tíðindasendingin eina samrøða við skiparan á Heldarstindi:

Samroda_vid_skiparan_a_Heldarstindi_um_hendingina_ta_teir_fingu_sinnopsgass_i_trolid_i_Eystursjonum__23_03_1984

 

Álvarsami tilburðurin fekk sera nógva umtalu í miðlunum, ikki bara í Danmark og í Føroyum, men eisini í heimspressuni. Bæði frá BBC og aðrastaðni frá komu tíðindafólk á sjúkrahúsið at tosa við manningina og við læknarnar um hendingina. Tað komst ikki minst av, at um sama mundið brúkti gamla Sovjetsamveldið kemisk vápn, tað sokallaða gula regni, í krignum í Afganistan. Tí var áhugin at hoyra um árinini av gassinum so stórur.

skiparin_og_maskinmeistarin.jpg

Caption: 
Skipari, Jóhan Petur Kjartansson Hentze, og maskinmeistari, Ingolf Johannesen

 

Skiparin á Heldarstindi, Jóhan Petur Kjartansson Hentze, og maskinmeistarin, Ingolf Johannesen, vitjaðu morgunsendingina, har teir greiddu frá hendingini. Hoyr samrøðuna við at trýsa á pílin niðanfyri.

1662559

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079