- Tíðindi, mentan og ítróttur
53 mál vóru meldað til Barnahúsið í fjør
53 mál vóru meldað til Barnahúsið í fjør
Av teimum 39 málunum, sum eru liðugt viðgjørd, eru 31 mál um kynsligan ágang móti børnum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
18.03.2024 - 12:53
Ongantíð hava so nógv mál verið meldað til Barnahúsið sum í fjør.
Tað vísir ársfrágreiðingin hjá Barnahúsinum, ið er almannakunngjørd í dag.
53 mál vóru meldað til Barnahúsið í 2023. Hetta er meira enn tvífalt so nógv sum í 2022, tá talið var 20.
Tað eru serliga menn, sum gera seg inn á børn, men í nøkrum fáum førum er eisini talan um kvinnur.
Av teimum 39 málunum, sum eru liðugt viðgjørd, eru 31 mál um kynsligan ágang móti børnum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
18032024_Barnahusmal
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV