- Tíðindi, mentan og ítróttur
Báðir partar tóku undir við semingsuppskotinum
Báðir partar tóku undir við semingsuppskotinum
Nýggjur sáttmáli er gjørdur fyri havnarmeistarar og havnarumsjónarfólk
Mynd: KAF
14.03.2024 - 16:08
Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið hava gjørt nýggjan sáttmála fyri havnarmeistarar og havnarumsjónarfólk,
Semingsstovnurin handaði fyrrapartin KAF og FSN semingsuppskot, sum báðir partar tóku undir við.
Sáttmálin er galdandi í trý ár, frá 2022.
1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8 prosent, 1. oktober 2023 er hækkingin 4,2 prosent, og 1. oktober ár hækkar lønin 4,75 prosent.
Dagføringar eru eisini gjørdar í sáttmálanum um barsil og eftirløn.
Haraftrat er avtalað protokollat millum partarnar, sum hevur til endamáls at meta um starvsheitini eftir innihaldinum í starvinum og krøv, sum sett verða til førleikarnar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV