Unn Justinussen er ársins sjúkrarøktarfrøðingur

Unn Justinussen er ársins sjúkrarøktarfrøðingur
- Eg royni at spreiða vón og vísa á, at tað ber til at hava eitt gott lív við demens, sigur Unn Justinussen.
 
13.03.2024 - 10:54

- Tað finst ikki altíð ein loysn upp á avbjóðingarnar, sum ein demensrakt familja stendur í, men eg kann fylgja tí sjúka og familjuni, lurta, rúma og vera saman við teimum undir truplum umstøðum.

Orðini eigur Unn Justinussen, sjúkrarøktarfrøðingur, demenssamskipari og leiðari á Demenstænastuni hjá Roðanum. 

Á aðalfundinum hjá felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar leygardagin, bleiv Unn Justinussen vald at vera ársins sjúkrarøktarfrøðingur.

Í 2002 bleiv Unn Justinussen útlærd sjúkrarøktarfrøðingur. Tá ið hon tvey ár seinni fekk arbeiði á Heiminum á Mýrunum, sum er eitt heim fyri fólk við demens, visti hon, at hon var komin á røttu hill.

- Skjótt fann eg útav, at hetta var nakað heilt serligt, ein heilt onnur verð, sigur Unn Justinussen og leggur afturat, hví henni dámar so væl at arbeiða við júst demensraktum fólkum og familjum teirra:

- Hesin málbólkurin er nokk so sárbærur og hevur stóran tørv á hjáveru og stuðli í gerandisdegnum. Og tað er fantastiskt at kunna hjálpa, heldur Unn Justinussen fyri.

Í starvinum kemur Unn Justinussen rættiliga tætt upp á demensraktu familjurnar.

- Tað er meiningsfult at arbeiða í tøttum relatiónum við menniskju. Demens er ein kronisk sjúka, sum viðførir kognitivt tap, og sum avvarðandi missa tey henda persónin, tey høvdu, so tað er ordiliga syrgiligt. Samstundis so royni eg at spreiða vón og at vísa á, at tað ber til at hava eitt gott lív við demens, sigur Unn Justinussen.

Í morgunsendingini fortelur Unn Justinussen um sítt starv, og hví hon trívist so væl sum sjúkrarøktarfrøðingur og demenssamskipari.

1660361

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079