Flóttafólk: Avtalan um undirvísing í føroyskum farin úr gildi

Flóttafólk: Avtalan um undirvísing í føroyskum farin úr gildi
Hetta er í veruleikanum ein landsuppgáva, og ti er neyðugt, at landið skipar viðurskiftini nú, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu heldur, at landið eigur at skipa undirvísing í føroyskum fyri flóttafólk nú, áðrenn fleir flóttafólk koma til landið. (Savnsmynd)
 
11.03.2024 - 18:00

Avtalan um, at ukrainsk flóttafólk skulu læra føroyskt á kvøldskúlanum í Havn, er júst farin úr gildi.

- Men hetta er í veruleikanum ein landsuppgáva, og tí er neyðugt, at landið skipar hesi viðurskiftini nú, helst áðrenn fleiri flóttafólk koma, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Tórshavnar kommuna er tó til reiðar at taka ímóti fleiri flóttafólkum, soleiðis sum landsstýrið ætlar.

Jan Mølvad Laursen, deildarleiðari á Barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu, sigur, at tað merkist, at okkurt um 115 flóttafólk nú búgva í kommununi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

11032024_Flottafolk_og_undirvising

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749