- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljupeningur fer til grønt orkuskifti
Peningurin, sum oljufeløgini lótu fyri at fáa loyvi at leita eftir olju í føroysku undirgrundini, 250 krónur fyri ferkilometurin, skal nú brúkast til at gera jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við orkuskiftið.
Uppskot er um broytingar í lógunum um triðja útbjóðingarumfar og fjórða útbjóðingarumfar.
Í sambandi við, at leitiloyvi vóru latin, skuldu oljufeløgini rinda víddargjald, 250 kr. fyri ferkilometurin.
Partur av teimum var markaður til at gera kravdar umhvørvisárinsmetingar í sambandi við kolvetnisvirksemi.
Einki leitiloyvi síðani 2016
Men leitiloyvi hava ikki verið latin í føroyskum øki síðani 2016.
Og av tí at eingin kolvetnisframleiðsla enn hevur verið, verður hildið, at hesin peningurin fer at gera størri gagn, um hann verður nýttur til annað endamál, stendur í lógaruppskotinum hjá Vinnumálaráðnum.
Skotið verður tí upp, at peningurin kann gagnnýtast til at gera jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við orkuskiftið.
Góðar 8,3 milliónir krónur eru á kontu til endamálið.