Átaksleiðari var tvær ferðir í City Church

Átaksleiðari var tvær ferðir í City Church
Fyrru ferð kom nógvur roykur úr oljufýringini, og tá átaksleiðarin seinni skuldi kanna, um alt var í lag, var boðað frá eldi
Ikki er greitt enn, hví eldur kom í City Church, sum hevur fingið stóra skaða. (Mynd: Mathias Dimon Næs)
 
01.03.2024 - 10:06

Um tíggjutíðina týskvøldið var átaksleiðari hjá sløkkiliðinum í City Church í Havn.

Hann var boðsendur, tí so nógvur roykur kom úr oljufýringini.

Ein handverkari, sum var í ferð við leggja um til fjarhita, boðaði frá. Hetta var seinasti dagur hjá oljufýringini. Hon bleiv sløkt tá.

Men eldur var í kaminini, staðfesti átaksleiðarin. Hann sløkti eldin.

Tað sigur Hans David Hansen, varastjóri hjá Tórshavnar sløkkiliði.

Átaksleiðarin var á veg út í bilin, tí hann skuldi aftur í City Church fyri at vita, um alt var í lagi har, tá fráboðanin kom um eldin.

Boðað var frá eldinum klokkan 18 minuttir yvir midnátt.

Ikki er greitt enn, hví eldur kom í.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. november
Morgunlestur fríggjadagur 22.november 2024
183775
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977