- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hassj aftur í rættinum
Hassj aftur í rættinum
Stóra hassjmálið, sum ikki kundi avgreiðast í Føroya rætti í oktober í fjør, tí Føroya rættur er ógegnigur, er nú aftur í Føroya rætti
13.02.2024 - 06:37
Stóra hassjmálið, sum ikki kundi avgreiðast í Føroya rætti í oktober í fjør, tí Føroya rættur er ógegnigur, er nú aftur í Føroya rætti.
Dagarnir 12. til 23.februar vóru settir av.
Dómari er Søren Seerup, sum kemur úr Danmark at døma í hesum málinum.
Tveir menn er ákærdir fyri at smugla sløk 26 kilo av hassji til Føroya.
Menninir blivu varðhaldsfongslaðir í november í 2022.
Annar slapp úr varðhaldinum 27.oktober í fjør og hin 29.november.
Nýggjastu sendingar í ÚV