Á Breddanum: Fólkaræðið er fyri hóttafalli

Á Breddanum: Fólkaræðið er fyri hóttafalli
Hóast fleiri enn 70 val vera kring heimin í hesum árinum, verður spurt, um best roynda stýrisskipan higartil hevur ein lokadag
Jens Christian Svabo Justinussen, ph.d. í samfelagsfrøði, og Heini í Skorini, ph.d í altjóða politikki, vera í Breddanum í dag, sum varpar ljós á fólkaræði.
 
01.02.2024 - 08:52

Fólkaræðið fyri hóttafalli.

Fleiri enn 70 val vera kring heimin í 2024, og meira enn helmingurin av heimsins íbúgvum búgva í londum, har landsumfatandi val verða í ár. Hetta er ongantíð hent fyrr. 

Tað kundi tí ljóða, sum 2024 verður eitt sigursár fyri fólkaræðið. 

Men tað eru fleiri og fleiri, sum spyrja: Hevur higartil best roynda stýrisskipan ein lokadag? Eru dagarnir hjá fólkaræðinum taldir? Ella kann 2024 gerast eitt ár, har valdsjavnvágin í heiminum broytist, og harvið eisini støðan í vesturheiminum?

Vit seta í dag sjóneykuna á, hvat rørir seg í stórpolitikki.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749