Fundur um berghol

Fundur um berghol
Í annaðkvøld verður borgarafundur í bygdarhúsinum í Tjørnuvík um bergholið til bygdina
Berghol skal gerast til Tjørnuvikar.
Mynd: Landsverk.  
 
29.01.2024 - 06:16

Í annaðkvøld verður borgarafundur í bygdarhúsinum í Tjørnuvík um bergholið til bygdina.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, Dennis Holm, landsstýrismaður, og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu, vera við á fundinum. 

Farið er undir at fyrireika bergholið.

4,6 milliónir eru í fíggjarlógini fyri 2024.

Fyrsta jarðfrøðiliga kanningin var gjørd fyri góðum 20 árum síðani.

Í samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri 2018 til 2030 eru tvær loysnir.

Eitt berghol, sum er ein kilometur og 360 metrar, frá Brúnaskarði og eitt, sum er 2,5 km., frá Marmaskallará. 

Landsverk mælir til at velja longru loysnina.

Tunnilsliðið hjá Landsverki skal gera bergholið til Tjørnuvíkar.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún Brend gjørdi við Jógvan Kruse, borgarstjóra í Sunda kommunu, í útvarpstíðindunum:

 

29012024_Jogvan_Kruse

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205