Bergholið í Kunoy hevur hvørki loftsljós ella neyðljós

Bergholið í Kunoy hevur hvørki loftsljós ella neyðljós
Bergholið í Kunoy hevur hvørki loftsljós ella neyðljós og rýmingarljós. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Árna Skaale, løgtingsmann.
Mynd: Í bergholinum í Kunoy er einki ljós.  
 
25.01.2024 - 07:20

Í átta bergholum í Føroyum er ikki loftsljós. Men bara bergholið í Kunoy hevur hvørki loftsljós ella neyðljós og rýmingarljós.

Men bergholið hevur fartelefonsamband og eldsløkkjarar.

El er lagt til munnarnar hjá øllum 21 bergholum.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Árna Skaale, løgtingsmann.

 

Ov lítið til dagføring

Hann svarar eisini, at í íløguætlanini fyri 2018 til 2030 eru 20 mió.kr. til Leirvíksnbergholið og 30 mió.kr. til Kollfjarðarbergholið árini 2027 og 2028.

Aðrar dagføringar eru ikki nevndar beinleiðis í íløguætlanini.

Men seks til sjey mió. kr. eru árliga settar av til at dagføra brýr og tunlar.

Landsverk mælir til at dagføra Kunoyarbergholið, Gásadalsbergholið og Sumbiarbergholið.

Hetta var mett at kosta 10 til 12 mió. kr. í 2018, og tað er uttan váðaískoyti. 

Landsverk og Net arbeiða saman um fáa fartelefonsamband í øll berghol í Føroyum, sigur Dennis Holm. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389