- Tíðindi, mentan og ítróttur
Video: Rossini hjálpa børnum við sálarheilsuni
Tað eru møðgurnar Rúna Rodmundsdóttir og Gudny Magnussen, ið hava tikið stig til Rossabólið á Signabø ið veitir hjálp til børn, ið hava sálarligar avbjóðingar.
- Tað er øgiliga breitt. Tað kunnu verða børn ið hava stríðast við angist, tunglyndi, ótta ella hava havt eina trupla byrjan upp á lívið, greiðir Gundy frá.
Tær hava útbúgvingar og skeið í at hjálpa børnum við sálarheilsuni.
- Tað er sambandið millum rossini og børnini ið hjálpir upp á sálarheilsuna hjá børnunum, greiðir Rúna frá.
Í fyrstuni, tá ið børn koma til Signabø, brúkar tær tíð upp á at skapa trivnað og at børnini kenna seg trygg við rossini, og eftir hetta sleppa børnini at ganga og ríða við rossunum.
Lurta eftir samrøðuni við Rúnu og Gudny.