- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ársins ítróttanavn: Hákun West av Teigum
At klatra upp á tindarnar krevur eitt miðvíst arbeiði, og tað krevur eisini nógva tíð, nógva orku og stórt yvirskot. ÍSF fagnar á hvørjum ári einum ítróttanavni, sum hevur skarað framúr.
Og ilt ber til at siga annað enn, at hondbóltsspælarin Hákun West av Teigum av sonnum skaraði framúr í 2022.
Sum ungur sleyt ungi høgri vongurin hondbóltsskógvarnar í Hoyvíkshøllini, áðrenn hann við familjuni flutti til Aarhus. .
Hákun West av Teigum hevur seinastu tíðina spælt við Skanderborg, sum er í bestu donsku hondbóltsdeildini. Men í november rakk Hákun enn einum tindi, tá ið tað var kunngjørt, at hann hevði skrivað undir ein trý ára sáttmála við oddaliðið í týsku Bundesliguni, Füchse Berlin. Har skal hann avloysa danska landsliðsspælaran, Hans Lindberg, ið telist millum bestu høgru vengur nakrantíð yvirhøvur.
Bundesligan verður mett at vera heimsins sterkasta hondbóltsliga. Og tað er kanska ikki løgið, at stóra hondbóltsfelagið úr Berlin hevur havt eyguni á føroyska talentinum. Tí í 2022 varð Hákun kosin heimsins besti, ungi høgri vongur av hondbóltsmiðilinum Handball Planet.
- Tá man verður valdur sum tann besti á sínum plássi, er tað als ikki løgið, at tey størstu feløgini í heiminum vilja hava teg, sigur Mark Mercher, fyrrverandi venjari hjá Hákuni millum annað.
- Gevur mær enn meira drívmegi
Hákun West av Teigum hevði ikki møguleika at luttaka til heiðurslønahandanina. Hann fekk tí heiðurslønina handaða til eina landsliðsvenjing.
- Hetta gevur mær enn meira drívmegi at klára tað væl, segði hann millum annað, eftir at løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevði handað honum heiðurslønina.