- Tíðindi, mentan og ítróttur
Amnesty: Føroyar eiga at binda seg til at verja migrantarbeiðarar
Amnesty: Føroyar eiga at binda seg til at verja migrantarbeiðarar
Høvdu Føroyar undirskrivað og fylgt ST sáttmálum um verju av migrantarbeiðarum, so hevði støðan verið ein onnur hjá útlendsku arbeiðsfólkunum í Føroyum, sigur aðalskrivarin
Mynd: Savnsmynd
20.01.2023 - 09:55
Migrantarbeiðarar eru ein útsettur bólkur, sigur Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty.
Men um Føroyar høvdu undirskrivað og fylgt ST sáttmálum um verju av migrantarbeiðarum, so hevði støðan verið ein onnur hjá útlendsku arbeiðsfólkunum í Føroyum.
Turid_Maria_1_um_migrantarbeidarar_20012023
ST-sáttmálin um verju av migrantarbeiðarum og familjum teirra ger tað ólógligt hjá arbeiðsgevaranum at gera mismun á starvsfólkum, sum eru ríkisborgarar, og so teimum, ið koma til landið at arbeiða.
Turid_Maria_2_um_migrantarbeidarar_20012023
Sambært sáttmálanum hava migrantarbeiðarar eisini rætt at senda inn klagur gjøgnum ávísa skipan, um tey ikki halda at teirra rættindi verða vird, sigur Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty.
Turid_Maria_3_um_migrantarbeidarar_20012023
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV