- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland: Børnini eru sera kropsliga virkin í dagligdegnum
Tað vísir ein nýggj kanning, sum grønlendska fólkaheilsuráðið hevur gjørt.
Hetta passar eisini sum fótur í hosu til málið hjá grønlendska ítróttarsambandinum um, at landið skal vera heimsins kropsliga virknasta land í 2030.
Við í kanningini, sum vardi í eina viku, vóru 72 skúlanæmingar millum 11 og 16 ára aldur, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.
Næmingarnir fingu ein rørslumátara settan á beinið, so granskarar kundu fylgja teimum og síggja, hvussu nógv teir rørdu seg ígjøgnum dagin.
Heili 56 prosent av grønlendsku børnunum rørdu seg so nógv, sum heimsheilsustovnurin, WHO, mælir til.
Til samanberingar verður nevnt, at bara 26 prosent av børnunum og teimum ungu í Danmark røra seg líka nógv.