- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava útflutt fyri góðar tíggju milliardir í ár
Føroyingar hava útflutt fyri meira enn tíggju milliardir krónur fyrstu tíggju mánaðirnar í ár.
Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni fyri útflutning staðfesta, at útflutningurin til 1. november var 10,2 milliardir krónur.
Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 7,9 milliardir krónur. Vøksturin er 29 prosent.
Nýtt met
Og longu nú kann staðfestast, at útflutningsvirðið av fiskavørum í ár enn størri enn í fjør, sum annars var metár. Higartil í ár eru fiskavørur útfluttar fyri 9,3 milliardir, sum eru tvær milliardir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør.
Laksaútflutningurin vaks úr 3,5 milliardum krónum, upp í 4,5 milliardir krónur. Vøksturin er 30 prosent.
Vøksturin í útflutninginum stavar tó fyrst og fremst frá prísvøkstri, tí útflutningsnøgdin hetta tíðarskeiðið er minkað.
Tilsamans vóru útflutt 406.000 tons av fiskavørum fyrstu tíggju mánaðirnar í ár. Tað eru fýra prosent minni enn somu tíð í fjør.