- Tíðindi, mentan og ítróttur
Áseta streymprísin í dag
Áseta streymprísin í dag
Eykaaðalfundurin í SEV verður tikin uppaftur fyrrapartin
16.12.2022 - 08:22
Í dag fæst at vita, hvussu nógv streymurin fer at kosta næsta ár.
Eykaaðalfundurin hjá SEV verður fyrrapartin.
Hann skal millum annað viðgera og góðkenna uppskot um fíggjarætlan fyri 2023.
Fyri lítlum mánaði síðan hevði SEV annars eykaaðalfund, men tá bleiv hann niðurlagdur, tí valstríð eftir øllum at døma var komið í málið um at hækka streymprísin hjá SEV, og tí bleiv málið útsett til eftir løgtingsvalið.
Tá skeyt nevndin í SEV annars upp at hækka prísin 25 oyru kilowatttíman, men eitt broytingaruppskot var um, at hann í staðin skuldi hækka 20 oyru.
Endin var sum sagt, at eykaaðlfundurin var niðurlagdur, og hann verður tikin uppaftur nú fyrrapartin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV