- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri doyggja
Nú doyggja færri fólk í Føroyum sambært nýggjastu tølunum um fólkatalið.
Higartil í ár eru í miðal 45 fólk deyð um mánaðin. Tað eru óvanliga nógv.
Men nú er miðaltalið komið niður í 35.
Burðaravlopið 124 fólk
Færri verða eisini fødd nú, stivliga 50 børn í miðal um mánaðin.
Seinasta árið, tað er til 1. november, er vøksturin í fólkatalinum minkaður úr 1,5 prosentum niður í 1,1 prosent.
Burðaravlopið er 124 fólk og nettoflytingin 483 fólk.
Bæði stór til- og fráflyting
160 fólk flyta til Føroya um mánaðin. So stór hevur miðaltilflytingin ikki verið síðan aldarskiftið, skrivar Hagstovan.
Fráflytingin er eisini stór, 117 fólk í miðal um mánaðin.
So stór hevur fráflytingin ikki verið síðani 2014.