Korona: Ikki neyðugt at avbyrgja seg longur

Korona: Ikki neyðugt at avbyrgja seg longur
Danskir heilsumyndugleikar mæla í staðin fólki til at vera við hús, gerast tey sjúk
 
08.12.2022 - 15:18

Danska Heilsustýrið javnmetir nú koronusmittuna við aðrar sjúkur, og mælir ikki longur til, at fólk avbyrgja seg, um tey eru smittað.

Tað skrivar stýrið í tíðindaskrivi.

- Tørvur er ikki meira á, at fólk skulu avbyrgja seg í fýra dagar, fáa tey smittuna, sigur Line Raahauge Hvass, eindarleiðari.

Í staðin mælir Heilsustýrið til, at fólk halda seg við hús, gerast tey sjúk.

- Fólk skulu vera við hús, sama um tað er korona, beinkrím ella ígerðarsjúkur í andaleiðini, sigur Line Raahauge Hvass.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV