- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar og Grønland atkvøddu saman við Russlandi
Ein atkvøðugreiðsla um fiskiskap vekir ans í ES.
Danska kongsríkið verður nú ákært fyri at vera í parti við Russlandi, men føroyska Uttanríkisráðið vísir hesum aftur.
Føroyar og Grønland - tað vil siga danska kongsríkið - hava saman við Noregi og Bretlandi atkvøtt saman við Russlandi í NEAFC.
Talan er um eitt uppskot frá Noregi um at banna sokallaðum uppsamlingsposum, sum verða brúktir í sambandi við rækjufiskiskap.
Russland tekur undir við uppskotinum, og tað sama gera Bretland og danska kongsríkið. ES-londini vóru tí í minniluta og taptu atkvøðugreiðsluna, sum var miðjan november.
Óheppið og álvarsamt
Hetta fall ikki í góða jørð hjá ES, og tey siga hetta vera ógvuliga óheppið og álvarsamt, havandi í huga spentu geopolitisku støðuna í løtuni.
Sambært ES er talan ikki bara um fiskivinnupolitikk, nú Russland er í kríggj við Ukraina.
- Hetta snýr seg heilt grundleggjandi um, hvørt lond eru í parti við Russlandi ella ikki, sama hvat málið snýr seg um, eru boðini frá ES, sambært danska miðlinum Altinget.
Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi.
Misvísandi
Í skrivligari viðmerking til Kringvarpið sigur Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, soleiðis:
- Eg vildi hildið, at tað í hesum føri er ein feril misvísandi at siga, at Føroyar eru í parti við Russlandi.
- Talan er ikki um eitt russiskt uppskot til NEAFC samtykt. Talan er tó um eitt norskt uppskot, ið Føroyar/Grønland, Stórabretland og eisini Russland tóku undir við.
- Tað er ein sannroynd, at samtyktin ikki er samljóðandi við ES-áhugamál í Loynikrókinum.
- Men fyri Føroya viðkomandi er aleina talan um eitt fiskivinnupolitiskt mál, heldur enn hvørt ávís NEAFC-limalond stuðla ávísum málum, ið eisini Russland stuðlar, sigur Bjørn Kunoy.