Trivnaðardepilin fær nýggjan bygnað

Trivnaðardepilin fær nýggjan bygnað
Endamálið við broytingini er m.a., at leiðslan, sum er nærmast viðskiftafólki og starvsfólki, verður styrkt, sigur Almannaverkið
Trivnaðardepilin í Almannaverkinum fer at hava seks eindir, sum fara at eita eftir fakliga innihaldinum, og ein stjóra.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.12.2022 - 08:33

Á nýggjárinum fær Trivnaðardepilin hjá Almannaverkinum nýggjan bygnað.

Trivnaðardepilin fer at hava seks eindir, sum fara at eita eftir fakliga innihaldinum, og ein stjóra.

Asta Marjunardóttir verður nýggjur trivnaðarstjóri.

Seks nýggj leiðslutoymi eru sett. 

 

Trý høvuðsendamál

Almannaverkið sigur, at bygnaðarbroytingin hevur trý høvuðsendamál.

Tey eru, at leiðslan, sum er nærmast viðskiftfólki og starvsfólki, verður styrkt.

Ovasta leiðslan verður smalri.

Fakligu økini skulu savnast og styrkjast, og størri gjøgnumskygni og færri markamót skulu vera til gagns fyri viðskiftafólk og starvsfólk.

Endamálið við bygnaðarbroytingunum er eisini at koma nærri at yvirskipaðu málunum um størri opinleika og skynsaman rakstur, sigur Almannaverkið.

Meira fæst at vita um bygnaðarbroytingina í Trivnaðardeplinum her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Hósdag 23. januar
Morgunlestur hósdagur 23. januar 2025
186426
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519