WHO stúrir fyri nýggjum koronufrábrigdum

WHO stúrir fyri nýggjum koronufrábrigdum
WHO hevur almannakungjørt sín egna lista við koronufrábrigdum, sum stovnurin fylgir neyvt við
WHO sigur, at nýggj koronufrábrigdi kunnu fáa fleiri at doyggja. (Savnsmynd)
 
05.12.2022 - 09:18

Alsamt nýggj frábrigdi av koronuvirusinum fáa Heimsheilsustovnin, WHO, at stúra.

WHO óttast fyri nýggjum virusfrábrigdi, sum kann hava við við sær, at fleiri doyggja.

Talan verður sostatt um eitt frábrigdi, sum orsøk er at vera stúrin fyri, eitt sonevnt 'variant of concern'.

- Hol í eftirliti, kanningum og koppseting gera framvegis góðan gróðrarbotn fyri nýggjum koronufrábrigdum, sum kunnu hava størri deyðatal, segði stjórin í Heimsheilsustovninum, Tedros Adhanom Ghebreyesus, á tíðindafundi í síðstu viku.

WHO hevur almannakungjørt sín egna lista við koronufrábrigdum, sum stovnurin fylgir neyvt við.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV