- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvanliga nógv doyðu í fjør
Óvanliga nógv doyðu í fjør
Krabbamein er størsta deyðsorsøkin í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
05.12.2022 - 09:08
Í fjør doyðu óvanliga nógv fólk í Føroyum.
Tey vóru 425, 219 menn og 206 kvinnur. Hetta er størsta talið í nógv ár.
Í 2020 var talið 366, 191 menn og 175 kvinnur.
Krabbamein er størsta deyðsorsøkin í Føroyum.
Í heilsulýsingini hjá landslæknanum eru tølini fyri 2021 ikki við.
Men í 2020 doyðu 60 menn og 32 kvinnur av krabbameini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV