- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gudstænasta við altjóða dámi í Christianskirkjuni
Gudstænasta við altjóða dámi í Christianskirkjuni
Øll gudstænastan verður týdd til ukrainskt
05.12.2022 - 09:54
Í kvøld kl.19.30 verður liturgisk gudstænasta við altjóða dámi í Christianskirkjuni.
Leikfólk fara at lesa teir sjey lestrarnar, frá boðanini um føðing Krists til vísmenninar úr Eysturlondum.
Meðan lisið verður, verður sjeyarmaði ljósastakin tendraður.
Løtan verður hildin við sálmasangi og stillum urgutónleiki, og møguleiki er fyri at tendra ljós.
Aftan á gudstænastuna vera drekkamunnur og adventshugni í kirkjukjallaranum.
Øll gudstænastan verður týdd til ukrainskt mál, sigur Marjun Lómaklett, prestur, í tíðindaskrivi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV