- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri ferðafólk í november
Færri ferðafólk í november
Higartil í ár eru 384.000 fólk komin og farin um flogvøllin
05.12.2022 - 12:10
Tað sæst aftur í ferðafólkatølunum hjá flogvøllinum í Vágum, at SAS ikki fleyg til Føroya í november.
Samanborið við november í 2019 er ferðafólkatalið 12,6 prosent minni í ár.
Tað er 21.744. Tað var 24.886 í november í 2019.
Til 1.desember eru ferðafólkini 384.080 í tali.
Í 2019 vóru tey beint undir 400.000.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV