- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skriva einki hoyringarskriv í hesum umfari
Føroya arbeiðsgevarafelag kemur ikki við hoyringarsvari um lógaruppskot at broyta lógina um dagsstovnar og dagrøkt, so pengarnir fylgja barninum.
Tað ger felagið ikki, tí val er útskrivað.
Men um nýggja landsstýrisfólkið í almannamálum ætlar at arbeiða víðari við lógaruppskotinum, vil Arbeiðsgevarafelagið hava uppskotið aftur til hoyringar.
Hoyringarfreistin er til týsdagin í komandi viku.
Sjálvboðin skipan
Uppskotið hjá Almannamálaráðnum er at geva kommununum loyvi til at geva foreldrum pengar, um tey vilja vera heima hjá børnunum, til tey kunnu fara í barnagarð.
Sambært uppskotinum verður talan um eina sjálvbodna skipan hjá kommununum.
Foreldur skulu kunna fáa í mesta lagi 112.000 kr. um árið, ella 9.333 skattafríar kr. um mánaðin.
Veitingin er 70 prosent
Kommunufelagið upplýsir, at miðalkostnaðurin fyri ansing í vøggustovu er 160.000 kr. í ár, meðan veitingin er 70 prosent av hesum.
Haraftrat skulu foreldrini ikki rinda foreldragjaldið fyri vøggustovupláss, sum í mesta lagi kann vera 30 prosent av tí, sum plássið kostar.
Uppskotið var sent til hoyringar fyri einum mánaði síðani.