Stjóri í BankNordik farin úr tryggingarfeløgum

Stjóri í BankNordik farin úr tryggingarfeløgum
Heini Thomsen arbeiddi í nógv ár hjá grannskoðanarfyritøkuni Januar, sum BankNordik brúkti
Heini Thomsen er farin úr nevndini í lívstryggingarfelagnum NordikLív og Trygd.
 
01.12.2022 - 12:10

Heini Thomsen, stjóri í BankNordik, váttar, at tað er hann, sum Tryggingareftirlitið ikki vil hava at vera nevndarlimur í tryggingarfeløgum.

Hann er tí farin úr nevndini í lívstryggingarfelagnum NordikLív og Trygd.

Heini Thomsen arbeiddi í nógv ár hjá grannskoðanarfyritøkuni Januar, sum BankNordik brúkti.

 

Bíðitíðin ikki hildin

Tryggingareftirlitið vísir bæði til grannskoðanarlógina og til lógina um tryggingarvirksemi í avgerð síni.

Á heimasíðuni hjá Trygd stendur, at ásetta tvey ára bíðitíðin ikki var hildin.

Tað eru tvey ár, frá tí at Heini Thomsen gavst í starvinum sum grannskoðari hjá Januar og grannskoðaði roknskapin hjá Trygd, til hann tók við sum nevndarlimur í Trygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519