Skervur og grót dýrka eisini

Skervur og grót dýrka eisini
Skervurin verður sjey prosent dýrari og grótið 10 til 30 prosent
Á nýggjárinum hækka prísirnir í grótbrotunum hjá Landsverki í Porkeri, í Hundsarabotni og á Hústoft.
 
01.12.2022 - 08:57

So at siga alt gerst dýrari nú, eisini skervur og grót hjá Landsverki.

Á nýggjárinum hækka prísirnir í grótbrotunum hjá Landsverki í Porkeri, í Hundsarabotni og á Hústoft.

Skervurin verður sjey prosent dýrari og grótið 10 til 30 prosent, tað veldst um, hvussu stórt grótið er.

Prísurin á dieseli er ein orsøk til príshækkingina, ein onnur er, at tað er vorðið dýrari at spreingja.

Eisini eru maskinur at gera skerv vorðnar nógv dýrari.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519