Loðsmálið: Kappingarráðið fekk eisini viðhald í Landsrættinum

Loðsmálið: Kappingarráðið fekk eisini viðhald í Landsrættinum
Fuglafjarðar kommuna tapti í Føroya rætti í fjør, og í morgun fall dómur í Landsrættinum
Kappingarráðið fekk eisini viðhald í Eystara landsrætti í gomlu trætuni við Fuglafjarðar kommunu um loðsflutningin í Fuglafirði.
 
01.12.2022 - 12:20

Kappingarráðið fekk eisini viðhald í Eystara landsrætti í gomlu trætuni við Fuglafjarðar kommunu um loðsflutningin í Fuglafirði.
 
Málið byrjaði longu í 2014, tá Fuglafjarðar kommuna gjørdi av, at bara ein fyritøka kundi veita loðstænastu í Fuglafjarðar havn. 

Í 2018 staðfesti Kappingarráðið, at hetta var brot á kappingarlógina, tí kommunan hevði forðað einari aðrari fyritøku at veita loðsflutning.

Fuglafjarðar kommuna kærdi avgerðina til Vinnukærunevndina, sum í januar 2019 staðfesti avgerðina hjá Kappingarráðnum. 

Men kommunan fór í Føroya rætt.

Heldur ikki har fekk hon viðhald. 6.mai í fjør staðfesti Føroya rættur avgerðina hjá Kappingarráðnum.

Fuglafjarðar kommuna fór so í Landsrættin, sum feldi dóm í morgun og gav Kappingarráðnum viðhald.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519