- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsverk hevur kannað norska dótturfelagið
Landsverk hevur kannað norska dótturfelagið
Stjórin í Landsverki sigur, at stovnurin seinni hevur fingið frænir av, at kekkiska móðurfelagið er dømt fyri mutur
01.12.2022 - 18:01
Landsverk hevur góðkent Metrostav Norge sum undirveitara hjá J&K Petersen, men stovnurin hevur seinni fingið frænir av, at kekkiska móðurfelagið er dømt fyri mutur og villleiðing við almennum útboðum.
Tað váttar Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki.
Hann vísir á, at tað er norska dótturfelagið hjá Metrostav, sum skal bora Fámjinstunnilin, og Landsverk hevur kannað hetta felagið, sum eisini hevur gjørt arbeiði fyri norskar myndugleikar.
Hoyr samrøðu við Sigurd L. Lamhauge, stjóra í Landsverki í útvarpstíðindunum:
01122022_Sigurd_um_Metrostav
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV