Fýra tilboð komin upp á innkomuveg og tunnil

Fýra tilboð komin upp á innkomuveg og tunnil
Talan er um tvey standard-tilboð og tvey alternativ tilboð
Tá tilboðini vóru latin upp á ráðhúsinum í Havn í dag.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
01.12.2022 - 14:54

Tilsamans fýra tilboð eru komin upp á arbeiðið at gera veg og tunnil í sambandi við innkomuvegin til Havnar.

Tunnilin hevur fingið arbeiðsheitið Húsareynstunnilin. 

Tvey av tilboðunum eru standard-tilboð, og tvey eru alternativ tilboð, sum Tórshavnar kommuna málber seg.

J&K Petersen bjóðar sær til at gera veg og tunnil fyri góðar 310 milliónir kr. Tilboðið frá Articon er góðar 293 milliónir kr.

Articon hevur harumframt tvey alternativ uppskot. Annað er upp á 289 milliónir kr., og hitt er upp á 261 milliónir.

Umsitingin fer nú saman við ráðgevum at nærlesa innkomnu tilboðini, sigur Tórshavnar kommuna. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519