Fámjinstunnilin: Undirveitari dømdur fyri muturgølu í heimlandinum

Fámjinstunnilin: Undirveitari dømdur fyri muturgølu í heimlandinum
Tveir mánaðir eftir dómin skrivaði J&K Petersen undir sáttmála við norskt dótturfelag hjá kekkiska felagnum Metrostav um at bora tunnilin
Tá J&K Petersen skrivaði undir Metrostav Norge um at bora Fámjinstunnilin, eftir at NCC hevði tikið seg aftur.
 
01.12.2022 - 18:00

Undirveitarin hjá J&K Petersen í sambandi við boringina av Fámjinstunlinum, stóra miðevropeiska felagið Metrostav, hevur ikki loyvi at bjóða upp á almennar uppgávur í heimlandinum Kekkia.

Orsøkin er leikuturin hjá felagnum í eini stórari muturgølu. 21. juni staðfesti kærurætturin í Prag dómin hjá einum lægri rætti.

Fyri felagið merkti tað, at tað hvørki kann vera við ella bjóða upp á nakra almenna uppgávu næstu trý árini. 

Men tveir mánaðir eftir dómin, 29. august, kundi norska dótturfelagið hjá Metrostav, Metrostav Norge, skriva undir sáttmála við J&K Petersen, um at bora tunnilin millum Øravík og Fámjin. 

 

NCC tók seg aftur

Tað hendi, eftir at norska felagið NCC, sum J&K Petersen hevði avtalu við, tók seg aftur frá uppgávuni. 

Nýggi undirveitarin skal bora, tryggja og vatntryggja nýggja tunnilin millum Øravík og Fámjin.

Í úrskurðinum hjá dómstólinum verður staðfest, at fyritøkan er sek í mutri og villleiðing í einum almennum útboði í sambandi við byggimál í tveimum kekkiskum sjúkrahúsum.

Umframt forboð fyri at vera við og bjóða upp á almennar verkætlanir næstu trý árini, skal Metrostav eisini rinda eina bót upp á umleið tríggjar milliónir krónur. 

Muturdómurin hevur samband við eitt størri mál viðvíkjandi kekkiska politikaranum David Rath, sum var dømdur átta ára fongsulsrevsing fyri at hava tikið móti mutri.

 

Eingin viðmerking
Í skrivligum boðum til útvarpið upplýsir J&K Petersen, at felagið kennir einki til málið og hevur tí ongar viðmerkingar til tað. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519