- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágatunnilin verður 20 ár
Vágatunnilin verður 20 ár
Í hesum sambandi verður ókeypis at koyra bæði í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum í eina viku
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
30.11.2022 - 15:31
Leygardagin 10. desember eru 20 ár liðin, síðani Vágatunnilin læt upp fyri ferðslu.
Í hesum sambandi verður ókeypis at koyra í eina viku bæði í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum.
Hetta verður galdandi fyri øll akfør, frá mánamorgni 5. desember kl. 06.00 til mánamorgunin 12. desember kl. 06.00, boðar tunnilsfelagið frá.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV