Góðkenna ikki nevndarlim í tryggingarfelagi

Góðkenna ikki nevndarlim í tryggingarfelagi
Viðkomandi hevur sýnt ein atburð, sum ikki er sambæriligur við krøvini, sum verða sett til heiðursemi hjá nevndarlimum, sigur Tryggingareftirlitið
Tryggingareftirlitið heldur, at viðkomandi, sum skuldi veljast í nevndina fyri tryggingarfelagið, hevur ikki borið seg at á ein hátt, sum tryggjar og varðveitir álit samfelagsins á tryggingarfeløgini og á tryggingargeiran sum heild.
 
30.11.2022 - 13:55

Tryggingareftirlitið hevur avgjørt ikki at góðkenna eitt fólk sum nevndarlim í tryggingarfelagi.

Tryggingareftirlitið heldur, at fólkið við at gerast nevndarlimur í tryggingarfeløgunum, áðrenn tvey ára bannið í grannskoðara­lógini er farið úr gildi, hevur sýnt ein atburð, sum ikki er sambæriligur við tey krøv, sum vera sett til heiðursemi hjá nevndarlimum sambært lógini um tryggingarvirksemi. 

Viðkomandi hevur heldur ikki borið seg at á ein hátt, sum tryggjar og varðveitir álit samfelagsins á tryggingarfeløgini og á tryggingargeiran sum heild, sigur Tryggingareftirlitið.

 

Sigur ikki meira

Jógvan Thomsen, stjóri í Tryggingareftirlitinum, sigur, at meira enn tað, sum verður sagt í stubbanum á heimasíðuni hjá Tryggingaeftirlitinum, verður ikki sagt um hetta málið.

Upplýst verður til dømis ikki, hvat viðkomandi hevur gjørt, so hann ikki kann vera í nevndini í einum tryggingarfelag.

Men í lógini um grannskoðarar, sum víst verður til í avgerðini, stendur, at grannskoðarar skulu vera óheftir. 

 

Jógvan Thomsen er stjóri í Tryggingareftirlitinum. 

 

Skulu vera heiðurlig og hava integritet

Í tryggingarlógini stendur, at fólk í nevndini ella stjórnini í einum tryggingarfelag skal til eina og hvørja tíð hava eitt nóg gott orð á sær og vera heiðurlig, hava integritet og vera óheft fyri effektivt at kunna meta um og finnast at avgerðum, sum tey, sum hava dagligu leiðsluna, taka.

Í mai í ár noktaði Tryggingareftirlitið tveimum limum í Havnar handverkarafelag at vera í nevndini í Eftirlønargrunni løntakaranna.

Tað var fyrstu ferð, at Tryggingareftirlið tók slika avgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519