- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søkja eftir stjóra til Vestmanna skúla
Uttanríkis- og Mentamálaráðið søkir nú eftir skúlastjóra til Vestmanna skúla at byrja 1.februar næsta ár ella so skjótt sum til ber.
Í Vestmanna Skúla eru 171 næmingar í 1. til 10.flokk. Skúlin hevur eisini serflokk.
Í skúlanum eru 21 lærarar og tveir námsfrøðiligir stuðlar.
Freistin at søkja starvið sum skúlastjóri í Vestmanna er til 14.desember.
Rok um skúlastjóran
Nógv rok var í Vestmanna skúla, tá skúlaárið byrjaði í august, og tað endaði við, at Alis Jóna Højsted, fór frá sum skúlastjóri.
Hon er nú virkandi skúlaleiðari í Viðareiðis skúla.
Undirvísingarstýrið tilnevndi í august fyrrverandi skúlastjóran á Eysturskúlanum í Havn, Eyðdis Eidesgaard, sum fyribils skúlastjóra í Vestmanna.