Færri gistu á gistingarhúsi í oktober

Færri gistu á gistingarhúsi í oktober
15.330 gistinætur vóru í oktober, 1200 færri enn í fjør
Hilton Garden Inn er eitt av gistingarhúsunum. Heldur færri gistingar hava verið í oktober í ár enn sama mánað í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.11.2022 - 11:06

Færri gistu á gistingarhúsunum í oktober enn somu tíð í fjør, vísa tøl frá Hagstovuni.

Í oktober vóru tilsamans umleið 15.330 gistinætur á gistingarhúsunum, 1200 færri enn somu tíð í fjør.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

 

 

 

Tá koronufarsóttin var, vóru ferðafólkini færri, og føroyingar áttu meginpartin av gistingunum.

Í oktober áttu danir 40 prosent av gistináttunum, og útlendsk ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark áttu 33 prosent. Føroyingar áttu eisini ein triðing av gistináttunum.

Hetta er sama býti sum í oktober í fjør. 

Nógv tey flestu gista á gistingarhúsum í Havn, ella 93 prosent.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519