Dýrari jólatrø í ár

Dýrari jólatrø í ár
Kiwanis fer at hava tríggjar ymiskar prísir, og í FK dýrka trøini 100 kr.
Jólamánaðurin nærkast, og tey, sum selja jólatrø, siga, at trøini verða dýrari í ár. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
23.11.2022 - 18:00

Jólatrøini í ár verða dýrari enn í fjør. Í hvussu so er hjá tveimum av teimum, sum vanliga selja flest trø.

Kiwanis, sum er felagsskapurin, ið hevur selt flest jólatrø seinnu árini, fer í ár at hava tríggjar ymiskar prísir. Minstu trøini fara at kosta 400 krónur, miðalstøddin verður seld fyri 450 og tey størstu fyri 500 krónur. Í fjør hevði Kiwanis eindarprís fyri allar støddir upp á 400 krónur.

Robert Laksá, forseti í Kiwanis í Føroyum, sigur, at sølan av jólatrøum mundi dottið niðurfyri í ár. Farmagjøldini eru hækkað so nógv seinasta árið, at fekk Kiwanis ikki fekk munandi avsláttur í ár frá flutningsfelagnum, ið siglir trøini til Føroya, so hevði tað ikki loyst seg. Tá vildu trøini blivið ov dýr.

 

Nógv størsta innsavningartiltak

Sølan av jólatrøum er nógv tað størsta insavningartiltakið hjá Kiwanis. Millum 25 og 35 fólk arbeiða sjálvboðið í góðar tvær vikur upp undir jól við at selja trø.

Hvussu nógv trø, felagskapurin selur, vil Robert Laksá ikki siga, men hann sigur, at felagsskapurin hevur latið 1,3 milliónir krónur til ymisk vælgerandi endamál seinastu trý árini.

 

Dýrka 100 kr. í FK

FK er ein av stóru handilsfyritøkunum, sum á hvørjum ári seldur jólatrø.

Bo Møller Hansen, marknaðarleiðari, sigur, at trøini hjá FK verða 100 krónur dýrari í ár enn í fjør. Í fjør kostaðu tey 300 krónur, og fara sostatt at kosta 400 krónur í ár. Hetta er galdandi allar tær støddir, sum FK fær heim at selja.

Orsøkin til, at trøini verða ein fjórðing dýrari, er serliga økti fraktprísurin, sigur Bo Møller Hansen.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519