- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjøtul settur á Fjøruvegin
Beint eftir døgurða í dag var sjøtul settur á innasta partin av Fjøruvegnum í Runavíkar kommunu.
Samlaði vegateinurin gongur frá tunnilsmunnanum í Rókini um Runavík, Saltangará og inn á Glyvrar, har hann verður bundin í vegin oman móti Bakkafrosti.
Hoyr samrøðu við Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, og Jón Sigurdsson, stjóra í Articon, sum hevur fingið arbeiðið at gera:
Tann parturin av vegnum, ið nú verður gjørdur, verður liðugur um eitt ár ella so. Hann kostar umleið 30 mió. krónur.
Allur Fjøruvegurin fer at kosta tilsamans 100 milliónir kr.
Løgtingið hevur játtað 55 milliónir, og Runavikar kommuna rindar 45 milliónir kr.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon. (Mynd: Kári Mikkelsen)
Jón Sigurdsson, stjóri í Articon. (Mynd: Kári Mikkelsen)
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri. (Mynd: Kári Mikkelsen)