Dómurin í Eik-málinum útsettur til 10. januar

Dómurin í Eik-málinum útsettur til 10. januar
Ætlanin var at siga dómin í morgin, men nú hevur Landsrætturin boðað pørtunum frá, at dómurin er útsettur
Dómurin í Eik-málinum verður sagdur í Keypmannahavn og sendur í telduposti til Føroya.
 
21.11.2022 - 09:04

Dómurin hjá Eystara landsrætti í Eik-málinum kemur ikki í morgin kortini.

Hann er útsettur til 10. januar næsta ár.

Fimta deild hjá Eystara landsrætti kemur til Føroya í dag.

Ætlanin var at siga dómin í Eik-málinum í Dómhúsinum í Havn í morgin ári klokkan trý korter til níggju.

 

Eingin grundgeving

Men Landsrætturin hevur nú boðað pørtunum frá, at dómurin kemur ikki fyrr enn týsdagin 10. januar. 

Eingin grundgeving er saman við fráboðanini.

Eystari landsrættur verður ikki í Føroyum í januar, so dómurin verður sagdur í Keypmannahavn og sendur í telduposti til Føroya.

Eik-málið er millum Fíggjarligt støðufesti og teir tríggjar Eikmenninar, Marner Jacobsen, sum var forstjóri, Frithleif Olsen, sum var nevndarformaður, og Odd Bjellvåg, sum var næstformaður í Eik.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519